Vitlíki hevur stóran týdning fyri samtíð okkara og enn størri í framtíðini. Málsøkið er nú partur av Fíggjarmálaráðnum, saman við Talgildu Føroyum staðsett á Gjaldstovuni.
Samstarv við Vitlíkisstovuna
Flowcore samskipar verkætlanina í samstarvi við Vitlíkisstovuna, sum er undirveitari. Saman savna vit føroyskar og altjóðar royndir til at tryggja eina ábyrgdarfulla og greiða nýtslu av vitlíki í Føroyum.
Hvat fevnir verkætlanin um?
Endamálið við heildarætlanini er at seta eina greiða kós fyri, hvussu vitlíki kann brúkast á ábyrgdarfullan hátt við atliti at dátuvernd, etikki og fíggjarligum haldføri til gagns fyri alt samfelagið.
Verkætlanin fevnir um:
- At orða eina visión fyri vitlíki í Føroyum
- At fáa íkast frá stovnum og øðrum áhugapørtum
- At fáa íblástur úr grannalondum
- At verða grundarlag fyri tilmæli til landsstýrið
- At tryggja lóggávu um vitlíki
- At byggja førleikar og kunnleika innan vitlíki
Verkætlanin fer fram frá oktober 2025 til januar 2026.
Ein heildarætlan fyri alt Føroya samfelag
Henda verkætlan kann samanberast við heildarætlanina hjá Talgildu Føroyum, ið setti kós fyri at talgilda Føroyar. Nú verður greið kós løgd fyri, hvussu vitlíki kann nýtast ábyrgdarfult og til gagns fyri alt samfelagið.
Vit gleða okkum til at arbeiða saman við Gjaldstovuni, Vitlíkisstovuni og samfelagnum øllum at gera hetta til veruleika og byggja eina framtíð, har vitlíki gagnar samfelagnum.
Les meira um verkætlanina á Talgildu Føroyar